Viðmæli til vaksin

Healing fiction

At lesa healing fiction er vorðið eitt rák um allan heim, har lesarar vilja lesa skaldsøgur, sum eru eyðkendar av friði, fløva og støðum, sum teir kunnu kenna seg aftur í.

Eftir bókasavnið

Frámerki

healing fiction

Healing fiction skilir seg frá skaldsøgum við nógvari ferð, fløkjum og óhugnaligum umskiftum í søgugongdini. Healing fiction-bøkur eru ikki endiliga lættlisnar bøkur, men lata lesaran draga andan eitt sindur djúpari. Tað snýr seg ikki um at flýggja undan veruleikanum, men um at finna eitt gott stað at lenda. Gerandisligar avbjóðingar verða tiknar í álvara, uttan at lata lesaran sita eftir í myrkrinum.  

Sjangran minnir um feel-good-skaldskap, og kann sigast at vera eitt slag feel-good-søgum um einsemi, sorg, møði, skomm og gerandislív lýst við einum fjálgum huglagi. 

Kreppur verða sjáldan loystar við stórum dramatiskum umskiftum. Í staðin fara broytingarnar fram spakuliga, har fólk hittast í júst røttu løtuni. 

Stutt um sjangruna

Icon Description

Healing fiction verður eisini kallað K-healing, serliga tá talan er um koreanskar healing fiction-bøkur. Sjangran er tætt knýtt at koreanskum og japanskum bókmentum, har flógvar og róligar søgur savna seg um gerandisdagin, felagsskapin og um fólk, sum eru í broyting.

Søgurnar fara ofta fram í einum kendum umhvørvi, til dømis á eini kaffistovu, einum bókasavni ella í einum lítlum handli. Eitt tilvildarligt møti, ein máltíð, ein gandakend ketta, eitt lítið undur ella ein stillislig samrøða er ofta byrjanin til okkurt nýtt. 

Søgugongdin hevur lítla ferð, men er kortini merkt av álvara. Healing fiction snýr seg ofta um fólk, sum eru vilst í lívinum, og sum so við og við finna nýtt fótafesti í tilveruni.

Her eru nakrar healing fiction-bøkur, sum tú kanst læna á bókasavninum: