Ungdómsbókasavnið

Á ungdómsbókasavninum eru góðar umstøður hjá ungum fólki at vera. Bókasavnið hevur ungdómsbøkur á bæði føroyskum, donskum og enskum, og eisini teknirøðir. Eisini eru góðar lestrarumstøður og pláss fyri at spæla borðspøl. Til ber at læna sær eitt borðspæl av hillini.    

Ungdómsbókasavnið er á 2. hædd. 

Leingi var tørvur á, at ungdómurin fekk meira pláss og betri umstøður á Býrbókasavninum, og í 2022 læt ungdómsbókasavnið loksins dyrnar upp. Á ungdómsbókasavninum hava ung umsíðir fingið sítt egna stað, eitt bókasavn, sum er serliga innrættað til teirra.