Altjóða kvinnudagur
Altjóða kvinnudagurin verður hildin á hvørjum ári 8. mars.
Eftir bókasavnið
Altjóða kvinnudagurin hevur sínar røtur heilt aftur til 1910, tá týski feministurin Clara Zetkin legði upp til ein altjóða stríðsdag fyri kvinnur. Árið eftir var dagurin longu hildin í fleiri londum kring heimin. Men ikki fyrr enn í 1975, í sambandi við kvinnuárið hjá ST, varð 8. mars alment viðurkendur av ST sum Altjóða kvinnudagur, og hevur síðani verið hildin árliga.
Niðanfyri er eitt lítið úrval av bókum, sum allar snúgva seg um at vera kvinna.