Lestrarhøli
Ert tú lesandi, og hevur tørv á at lesa og skriva í friði og náðum?
Her kanst tú sum lesandi sita í friðarligum umhvørvi og arbeiða við uppgávum og lestri. Øll, sum eru undir hægri lestri, bæði útisetar og lesandi í Føroyum, eru vælkomin at nýta hølið.
Lestrarhølið er opið hvønn dag, somu tíðir sum bókasavnið:
- Mánadag til hósdag kl. 9-20
- Fríggjadag kl. 9-18
- Leygardag kl. 10-17
- Sunnudag kl. 14-17
Í hølinum eru arbeiðsborð og tráðleyst internet, og tað er pláss fyri fýra lesandi í senn. Hølið liggur væl fyri á 2. hædd, á somu hædd sum útlánið og kopirúmið, so allir hentleikar eru í nánd. Í kopirúminum eru góðir møguleikar at prenta og binda uppgávur inn.