The librarians
- Tíð
- 17:00 - 18:30
- Stað
- Býarbókasavnið
Vit sýna amerikanska heimildarfilmin frá 2025
Bókasavn
BýarbókasavniðVit fara at sýna heimildarfilmin The librarians frá 2025, sum Kim A. Snyder hevur leikstjórnað.
Serliga í amerikansku statunum Texas og Florida savnast bókavørðir fyri at standa saman í stríðnum ímóti bókabanni, ið er vorðið alt meiri vanligt har á leiðum. Bókavørðirnir møta hóttanum og ágangi frá foreldraráðum og almennum myndugleikum, sum leggja bókavørðirnar undir at forbróta seg móti lógini. Stríðsrópini frá bókavørðunum um frælsið hjá tí einstaka at kunna lesa tað, hann hevur hug til, eru kjarnin í hesari ræðandi søguni, sum ávarar um møguligu avleiðingarnar av einum eftirlitssamfelagi.
Øll eru vælkomin til filmssýningina, sum er ókeypis.