Viðmæli til børn

Lesiavbjóðing í summarfrítíðini

Summarbókin 2026

Eftir bókasavnið

Frámerki

summarbókin 2026

Til tín, sum er 6-15 ár!

  • Dámar tær væl at lesa - og at taka av avbjóðingum? So kom og ver við! 

Fá eitt skjal á bókasavninum at fylla út. Les 3 bøkur, klára 10 av avbjóðingunum, og skriva ummæli av bókunum. 

Tað ber væl til at klára fleiri avbjóðingar í senn. Til dømis kanst tú (1) lesa eina teknirøð (2) saman við einum, tær dámar, (3) meðan tú hevur føturnar í vatni. So hevur tú longu klárað 3 avbjóðingar.  

Lat skjalið inn áðrenn 13. august. So fært tú ein ís og ert við í lutakasti um spennandi vinningar.

Tá ið børn lesa í summarfrítíðini, verður lesigleðin stimbrað, og samstundis fáa tey betri lesiførleikar.